Innbjóðing til Mjølnirkappingina - yngri deildir

Mjølnirkapping 17., 18. og 19. januar 2020 - Yngri deildir
 - Stuðlað av Norðoya Sparikassa

Vit vilja hervið bjóða tykkum til Mjølnirkapping fyri yngri deildir fríggjakvøldið, leygardagin 18. januar og sunnudagin 19. januar 2020.

Fríggjakvøldið 17. januar: G16, D17
Leygardagin 18. januar: G/D 12 – G/D14 - D15 - G19 – KVU/MU
Sunnudagin 19. januar: Level 0 – 1 – 2 – 3

Tilmelding innan fríggjadagin 10. januar 2020.
Tilmelding skal sendast til teldupost: mjolnirklax@gmail.com

Luttøkutreytir:
Luttøkugjald: kr. 200,00 fyri hvørt lið.
Gjaldast skal á kontu í BankNordik 6460-1708483

Er luttøkugjald ikki móttikið innan ásettu freist, kann nevnda lið/felag roknast sum ikki tilmeldað.

Tit frætta nærri, tá kappingin er løgd.

Broytingar verða ikki gjørdar aftaná, at tilmeldingarfreistin er úti.

Gevið gætur: Møguligar broytingar kunnu koma, alt eftir hvussu nógvar tilmeldingar koma.​


Við flogbóltskvøðu
Mjølnir