Innbjóðing til FK-Cup 2018 - yngri deildir

Hey!

FK Cup verður í ár hildið vikuskiftið 23. - 25. november.

Í ár verða vit savnað saman, so spælt verður í høllini á Hálsi allar tríggjar dagarnar. Leygardagin spæla vit eisini í Gundadalshøllini.

Sí innbjóðingina niðanfyri.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Vinaliga
Lena
Fleyr

 


Innbjóðing til FK-Cup 2018

Til flogbóltsfeløgini

Árliga FK-Cup fyri yngri deildir verður fríggardagin 23/11, leygardagin 24/11 og sunnudagin 25/11 2018.
Kappast verður í øllum aldursbólkum:
 

Lið spælir Lið spælir
Flogbørn Level 0 Leygardag    
Gentur 12 Leygardag Dreingir 12 Leygardag
Gentur 14 Leygardag Dreingir 15 Leygardag
Gentur 16 Sunnudag Dreingir 17 Sunnudag
Gentur 19 Fríggjadag Dreingir 19 Fríggjadag
Kvinnuunglingar Sunnudag Mansunglingar Sunnudag

Luttøkutreytir:
Tilmelding til FK-Cup fyri yngrideildir skal vera Fleyr í hendi innan 14.november 2018 kl. 18:00.
Tilmelding skal sendast til teldupost: fleyr@fleyr.fo

Heitt verður á feløgini um at senda eina samlaða tilmelding fyri øll liðini í felagnum samstundis. Hetta hjálpir okkum almikið.

Luttøkugjald: kr. 200,00 fyri hvørt lið
Gjaldast skal á kontu í BankNordik: 6460 –179.646.3

Gjaldingarfreist er 21.november.


Tit frætta nærri, tá ið kappingin er løgd. Vit miða eftir, at skráin fyri kappingina er klár mánadagin, áðrenn kappingarnar byrja.

Broytingar verða ikki gjørdar aftaná, at tilmeldingarfreistin er úti.

Eru spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Onnu Falkenbergtelefon +45 28 83 95 35 ella skriva teldupost til: fleyr@fleyr.fo


Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum til FK-Cup 2018.

Við flogbóltskvøðu
Flogbóltsfelagið Fleyr