Innbjóðing til FK-Cup 2021; eldri deildir

Árliga FK-Cup fyri eldri deildir verður leygardagin 2. oktober 2021

Kappingin er fyri MK, MM, 1.deild m/k og motiónslið.

Lið, sum ikki luttaka í FM-kappingini, eru vælkomin at luttaka.
 

Tilmelding skal vera Fleyr í hendi innan 26. september 2020 kl. 18:00.


Tilmelding skal sendast til teldupost: fleyr@fleyr.fo. Heitt verður á feløgini um at senda eina samlaða tilmelding fyri øll liðini í felagnum samstundis.

 

Eru spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Anne Melchior, telefon 598157, ella senda teldupost til fleyr@fleyr.fo.

 

Luttøkugjald: Meistaradeild 600 kr, 1. deild 450 kr, og motiónslið 400 kr. Gjaldast skal á kontu í BankNordik 6460 – 179.646.3 í seinasta lagi 30. september.

 

Luttakandi lið hava skyldu at hava dómarar til dystirnar í bólkunum. Harafturat verður heitt á leikararnar um at hjálpa til við at døma finaluumfør.

 

Kappingin fyri MK og MM verður hildin í høllini á Hálsi. Fyri 1. deild og motiónslið verður hon í Gundadalshøllini. Tit frætta nærri, tá kappingin er løgd. Vit miða eftir, at skráin er klár mikukvøldið, áðrenn kappingarnar byrja.

 

Broytingar verða ikki gjørdar aftaná, at tilmeldingarfreistin er úti. Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum til FK-Cup 2021.

 

Við flogbóltskvøðu
Fleyr