Fuglfirðingar fara eftir øllum

Steypafinalan, menn:

- Vit hava vant soleiðis, at vit skulu toppa, nú kappingin nærkast endanum. Nú vit hava vunnið okkum pláss í steypafinaluniu og fingið fatur á oddasessinum í landskappingini, sær tað út til at hava gingið júst sum vit ætlaðu, sigur Boban Ilic, venjari hjá ÍF.

- Vit fara á vøllin fyri at vinna. Tað skal tað ikki vera nakar ivi um. Málið er eisini at koma í - og vinna - finaluna í landskappingini, og har liggja vit rættiliga væl fyri. So tað sær gott út hjá okkum.

Royndi venjarin hjá ÍF, Boban Ilic, ivast ikki, tá hann skal seta orð á steypafinaluna hjá monnum, sum verður í høllini á Hálsi leygardagin klokkan 13.30. 

Finalan í ár er ímillum ÍF, sum vann hálvfinaluna ímóti Mjølni, og SÍ b, sum vann sína hálvfinalu móti SÍ a. Men sjálvt um SÍ b á pappírinum er tað "eldra liðið" í Sørvági, ávarar venjarin hjá ÍF ímóti at tosa um mótstøðuliðið, sum eitt gamalt lið.

Hørð mótstøða
- SÍ b var mannað við góðum leikarum, sum avgjørt ikki eru gamlir. Teir eru eldri enn leikararnir á hinum liðnum, men talan er framvegis um leikarar í sera góðum flogbóltsaldri, og tí skulu vit vera vaknir allan dystin, sigur Boban Ilic.

Tí verður ikki talan um ein lættan dyst fyri ÍF, um nakar skuldi havt fingið tann tankan, vísir venjarin á.

Hinvegin, so hevur Boban Ilic lítlan hug at brúka ov nógva orku uppá mótstøðuliðið. Hann venur ÍF og velur tí heldur at fokusera uppá sítt egna lið.

Men hvussu er støðan so hjá ÍF?

- Byrjanin uppá árið var tung, tí vit valdu at gera tær broytingar, sum skuldu til. Vit hava sett ungt fólk við, og liðið er nógv broytt, og tí var byrjanin uppá árið tung. Eisini tí vit høvdu skaðar, men nú eru vit komnir har, sum vit vilja vera, sigur Boban Ilic.

Toppa í røttu løtu
Tað var ikki bara steypakappingin, sum kom undir land, nú februar mánaður er hálvrunnin. 

Nøkulunda samstundis yvirtók ÍF eisini oddasessin í landskappingini, og tað gevur eina mynd av einum liði, sum toppar júst tá tað skal. Er tað úrslit av málrættaðum arbeiði?

- Tað er tað. Vit hava sum sagt gjørt stórar broytingar, millum annað tí vit hava sett ungar leikarar við. Miðalaldurin hjá okkum er sera lágur, undir 23 ár, og ungu leikararnir skuldu hava tíð til at fóta sær, sigur Boban Ilic.

Gamaní fekk ÍF í ár tveir leikarar aftur, sum fyrr hava spælt við teimum, Bárður Jacobsen og Trygvi Hansen, og teir skuldu eisini spælast saman við nýggju leikfeløgunum.

- Tí tóku vit tað heilt róligt í byrjanini, so liðið kundi byggjast upp í friði og náðum. Tað hevur víst seg at vera rætti mátin, tí nú eru vit beint har, sum vit vilja vera, sigur Boban Ilic.

Fara eftir báðum
Nú er tað steypafinalan, sum stendur fyri durum, og har er málið greitt. 

ÍF fer á vøllin fyri at vinna. Og tað er eisini málið fyri FM, vísir venjarin á.

- Málið hjá okkum er at vinna tað, sum vit eru við í. Fyrst er tað steypafinalan, og sjálvt um hon altíð er øgiliga torfør, tí talan er bara um tann eina dystin, so fara vit á vøllin fyri at vinna. Og tað fara vit eisini at gera í landskappingini, har finalan ikki er so langt burtur, sigur Boban Ilic.