Steypfinala 2020, kvinnur: Mjønir fremst, men SÍ er á veg

SÍ - Mjølnir kl. 13:30

Mjølnir er greiður favorittur hjá kvinnunum, men tað er júst annað av teimum liðunum, sum hevur vunnið á teimum, SÍ, sum stendur hinumegin netið, nú ein tann týdningarmesti dysturin á árinum skal avgreiðast. Og hann kann bjarga árinum hjá sørvágskvinnum.

Verður hugt at stigatalvuni í landskappingini, so er skjótt at gera ta niðurstøðu, at Mjølnir er greiður favorittur at vinna steypafinaluna, tí Mjølnir er fremst og SÍ er næstaftast.

Men stigatalvan fortelur tó ikki allan sannleikan, tí eftir eina trilvandi byrjan uppá kappingarárið hevur SÍ veruliga fingið vind í seglini og hevur vunið 5 teir seinastu landskappingardystirnar upp í slag - umframt tríggjar dystir í steypakappingini – og vinnur liðið útsetta dystin ímóti TB, so er SÍ bert eitt stig frá næstfremsta plássinum, sum gevur pláss í FM-finalunum.

Og hyggja vit at teimum dystum, sum Mjølnir og SÍ hava spælt sínámillum í ár, so eru sørvingar eitt av bert tveimum liðum, sum hava vunnið á Mjølni í ár, og tí er als ikki óhugsandi, at SÍ júst leygardagin kann koppa SÍ. Seinasta dyst, sum var ímillum liðini, vann SÍ 3-1 í Klaksvík.

Mjølnir er favorittur
Hóast hetta, so mugu klaksvíkskvinnur taka á seg, at tær eru favorittar til at vinna steypafinaluna í ár. Mjølnir hevur eitt gott lið í ár, og tað vísir stigatalvan í landskappingini eisini, har Mjølnir er 9 stig frammanfyri SÍ, tó at SÍ hevur spælt ein dyst minni.

Tað vísti innleiðandi umfarið í steypakappingini eisini, og tað vísti hálvfinalan eisini.

Mjølnir er sterkasta liðið í landinum, og tí vænta mong, at klaksvíkskvinnur fara at vinna.

Um tær gera tað, er so ein annar spurningur.

Dysturin byrjar kl. 13.30