HM/EM: Bestu leikarar og Kópakonan

Eftir hvørja kapping er vanligt at kjósa bestu leikararnar. Í hesum sambandi vendi Flogbóltssamband Føroya sær til Olivur Thomsen frá Kópakonu-bólkinum, fyri at kanna eftir, um møguleiki var at fáa ein eina standmynd av Kópakonuni, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen hevur gjørt, til heiðursgávu til bestu leikararnar.

Olivur Thomsen var beinasamur og var við upp á hugskotið beinan vegin.

Í samstarvi við listamannin Bernhard J. Hammer í Norðragøtu, varð abeitt víðari við hesum hugskoti. Bernhard H. Hammer, sum dagliga arbeiðir við grótlíknandi tilfari, gjørdi ein vakran kneysa til standmyndina eins og hann litaði kópakonuna við kopari.

Ein sera vøkur gáva, sum øll eru samd um, er ein heiðurlig gáva til bestu leikararnar í HM/EM kappingini, sum er í Føroyum í hesum døgum.

Hesi leikarar verða kosnir:

Besti leikari í kappingini – Latið: Tórshavnar Kommuna
Besti hevari - Latið: Fuglafjarðar Kommuna 
Besti diagonalur - Latið: Sørvágs Kommuna
Besti álopsleikari - Latið: Vága Kommuna
Besti miðblokkur - Latið:  Nes Kommuna
Besti libero - Latið: Tvøroyrar Kommuna

Besti føroyski leikarin: Latið:Klaksvíkar kommuna