Beinleiðis stroyming frá øllum dystum

Kringvarp Føroya stroymar allar landsdystirnar í flogbólti, sum verða leiktir mánadagin, týsdagin og mikudagin á hesum leinki:

https://www.youtube.com/user/Netvarp

Dystirnir eru hesir:
Mánadag 23. mai kl. 17.00: Liktinstein - Kýpros 
Stroyming

Mánadag 23. mai kl. 20.00: Føroyar - Írland

Týsdag 24. mai kl. 17.00: Írland - Kýpros
Týsdag 24. mai kl. 20.00: Føroyar - Liktinstein

Mikudag 25. mai kl. 16.00: Liktinstein - Írland
Mikudag 25. mai kl. 18.30: Føroyar – Kýpros
 
Harumframt sendir Kringvarp Føroya allar dystirnar hjá Føroyum beinleiðis í sjónvarpinum.
 
Men best er at verða í høllini!
 
Á myndini er ein av libero--leikarunum hjá Føroyum, Femja Fróðadóttir Mortensen, og er hon samstundis einasti leikari úr TB, sum er við á landsliðnum í ár. Femja hevur verið við í tveimum stórum kappingum seinasta árið; endaspælinum í Liktinstein fyri smátjórðir, har liðið spældi tríggjar 3-2 dystir, men endaði sum nummar 4 av 5 liðum, eins og hon vann silvur á Oyggjaleikunum. Hon spælir mánadagin sín 11.landsdyst.

Navn Hædd Aldur Leikpláss Landsdystir
Femja Fróðadóttir Mortensen 164 21 Libero 10