Beinleiðis stroyming og útvarping í allan dag

Kringvarpið og Rás2 senda í dag beinleiðis frá hálvfinalunum í steypakappingini, sum verða leiktar í Klaksvík. 

Kringvarpið stroymir dystirnar á hesum leinki: http://kvf.fo/webservice/player/event.


Rás2 varpar eisini frá øllum dystunum. Rás2 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo ella í útvarpi á hesum frekvensum: FM 88,7; FM 91,7: FM 95,9 og FM 98,7. Rás2 byrjar at senda kl. 12.30, og fyrst verður prátað við Magnus Tausen, formann í Flogbóltssambandinum. 

Rás2 loddaði annars dýpið í gjár, har samrøður vóru gjørdar við Lenu Hallgren (Fleyr), Jóhann Lützen (Mjølnir), Jan Johannesen (Dráttur), Bjarna Larsen (ÍF), Otto Gram (TB) og Bárð Bendix Mikkelsen (landsliðsvenjari hjá monnum). Hetta var í SportBoxini, sum hoyrist á in.fo her

Dystirnir leygardagin eru hesir::
Kl. 13.00 Fleyr - TB (kvinnur) 3-1 (25-22, 25-11, 22-25, 25-17)
Stroymingin í Kringvarpinum

Kl. 15.00 Dráttur - Mjølnir (kvinnur) 3-1 (25-21, 25-17, 19-25 og 25-16)
Stroymingin í Kringvarpinum

Kl. 17.00 ÍF - Mjølnir  (menn) 3-1 (25-17, 25-15, 16-25, 25-23)
Stroymingin í Kringvarpinum

Kl. 19.00 SÍ b - SÍ a (menn) 3-0 (25-21, 25-18, 25-22)
Stroymingin í Kringvarpinum