KÍF í steypafinaluni

Kvinnuliðið hjá KÍF er í steypafinaluni, sum verður 25. februar, tá tær skulu leika ímótI TB, sum fyrr í dag vann 3-1 á Fleyr.

Hetta gjørdist greitt, tá KÍF í dag vann ein tryggan 3-0 sigur á SÍ.

Settini endaðu 25-18, 25-11 og 25-22.

 

Seinni í dag eru hesir dystir á skránni:

Menn:
Kl. 17.00 ÍF – SÍ
Kl. 19.00 Fleyr – Ternan