Seinastu 4 í KÍ-høllini leygardagin

Hálvfinalurnar í steypakappingini verða í ár leiktar í KÍ-høllini í Klaksvík.

Byrjað verður klokkan 13.00 og hildið verður fram til umleið umleið klokkan 21.00 um kvøldið. Á skránni eru 4 dystir.

Dystirnir eru hesir:
13.00 Fleyr - TB (kvinnur)
15.00 Dráttur - Mjølnir (kvinnur)

17.00 ÍF - Mjølnir  (menn)
19.00 SÍ b - SÍ a (menn)

Undanfarin ár eru hálvfinalurnar leiktar í Høllini á Hálsi, men við tað at henda í ár er undir umbygging, og ikki verður klár 10. februar, hevur Flogbóltssambandið lagt dystinar í KÍ-høllina.

Í sambandi við dystin verður taraflex-gólvið lagt út, eins og aðrar broytingar verða gjørdar, so høllin verður ikki at kenna aftur.

Bæði Rás 2 og KVF koma at senda frá tiltakinum 10. februar í KÍ-høllini.