Fleyr í steypafinaluni hjá monnum

Tað gjørdist Fleyr, sum vann hálvfinaluna hjá monnum ímóti Ternuni í seinasta dystinum, sum var í Høllini á Hálsi í kvøld.

Hóast Ternan stríddist manniliga, so hevði Fleyr alla tíðina kontroll á støðuni.

Fyrsta settið gjørdist ein sigur til Fleyr upp á 25-21, og næsta settið var líkt tí fyrsta, men Ternan striddi seg upp á 20-21, men so gekk ikki longur. Fleyr vann 25-20.

Í triðja setti kom Fleyr skótt klárt framum 6-1, men Ternan hálaði seg skjótt fram aftur á teir og komu upp á 5-8. Men nærri komu tey á Ternu-liðnum ikki. Munurin var alla tíðina 4-5 stig, og settið endaði við, at Fleyr vann 25-18, og harvið dystin 3-0.

Fleyr møtir SÍ í steypafinaluni hin 25. Februar.