GALLA-handan og galla-veitsla leygardagin 3. mai
Galla-handan:
Flogbóltssamband Føroya skipar fyri galla-handan í hølunum hjá Wenzel, sum er ein av høvuðsstuðlunum kappingarárið 2024/25. Vit fara at heiðra nøkur av okkara allar bestu í farna kappingarári.
Galla-handanin 2025 verður hildin í hølunum hjá Wenzel við Akranesgøtu í Havn, leygardagin 3. mai kl 17:00.
Øll eru hjartaliga vælkomin

GALLA-veitsla 

Tað er við gleði, vit kunngera, at Flogbóltsfelagið Mjølnir fegið bjóðar øllum leikarum, nevndum og øðrum áhugaðum til flogbólts-galla í Skálanum í Klaksvík leygarkvøldið 3. mai. 

ÓKEYPIS Bussur koyrur frá GALLA-handanini á WENZEL kl: 18:30 til veitsluna í Klaksvík.
Tilmelding: við at flyta 450kr á konto nr. 9865 0004953406 og viðmerk navn og felag.Seinasta freist at melda seg til er fríggjadagin 2. mai kl. 12:00
Síggjast! 
