Fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar byrja í dag

Landsliðsvenjararnir Bárður B. Mikkelsen og Ragnar í Haraldsstovu hava í dag kallað 22 leikarar til fyrstu venjingina hjá manslandsliðnum í flogbólti. Venjingin fer fram í Havn.
 
Seinastu Oyggjaleikir vann liðið silvur, og málið komandi ár á Oyggjaleikinum í Gotlandi er aftur at røkka heiðursmerkjunum.
 
Leikararnir í venjingini í dag eru samansettir av teimum leikarum, sum vóru á A-landsliðnum seinast, tá liðið var við í kappingini í Luksemborg í undankapping til HM/EM, og teimum leikarum, sum hava verið á U 19 landsliðnum seinasta árið.