Fundur um Flogbørn

Fríggjakvøldið 16. september skipaði Flogbóltssambandið fyri fundi millum Peter Morell og øll umboðsfólkini, sum hava ábyrgdina av flogbørnum.

Á fundinum greiddi Peter Morell frá sínum arbeiði runt landið, eins og hann greiddi frá hvørjar ætlanir Flogbóltssamband Føroya hevði í framtíðini á hesum øki.

Góðar og gevandi diskutiónir vóru á fundinum, eins og feløgini gjørdu semju um ymiskar lógarásetingar í sambandi við kappingarnar fyri flogbørn og D/G 12 í vetur. Hetta frætta tit meira um seinni.

Á fundinum legði Peter eisini fram sera snotiligt blað á føroyskum, sum í næstu framtíð verður givin øllum teimum, sum spæla flogbørn.