Fundur, fyrilestur og finalur á Sandi 26. apríl

Skráin
12:30 Fundur // Fyrilestur
14:30 LUNCH
15:00 STEYPAFINALUR
 
Í sambandi við steypafinaluna á Sandi leygardagin 26. apríl skipar Flogbóltssamband Føroya fyri fyrilestri og fundi. 
 
Vit leggja upp til ein flogbóltsdag, har vit hittast, fáa vitan, kjakast, sparra og taka saman um flogbóltsárið.
 
FYRILESTUR við Ciro Zoratti
Er fyri venjarar og onnur flogbóltsáhugað (tilmelding við at skriva til trina@fbf.fo)
 
FUNDUR við umsitingina hjá FBF
Nevndarlimir hjá feløgunum og umboðsfólk hjá feløgunum (tilmelding við at skriva til trina@fbf.fo)
 
Fyrilestur við høvuðsvenjaranum Ciro Zoratti og fundur um farna flogbóltsárið verða samstundis. Síðani møtast vit øll til ein betri bita, áðrenn farið verður til steypadystirnar.