Føroyaprent stuðlar Flogbóltssambandi Føroya

Føroyaprent og Flogbóltssamband Føroya hava í dag undirskrivað avtalu, har Føroyaprent gerst ein av høvuðsstuðlunum hjá FBF.

Føroyaprent hevur í nógv ár verið ein av stóru veitarunum av skelting til tiltøkini hjá FBF, og við hesi avtaluni verður Føroyaprent hartil ein av høvuðsstuðlunum hjá Flogbóltssamandi Føroya. 

Luttøkan í stóru CEV-kappingunum setur stór formkrøv til skelting og líknandi, og tí hevur tað, umframt tann fíggjarliga partin, stóran týdning at fáa Føroyaprent við umborð, sigur Peter Holm, formaður í Flogbóltssambandi Føroya.

Á Føroyaprent fegnast vit um, at vit við hesari stuðulsavtaluni nú fáa eitt tættari samstarv millum okkum og flogbóltin, sigur Sissal H. Hestoy, søluleiðari á Føroyaprenti. Ítrótturin hevur nógv at siga fyri okkum, og tí gleðast vit um, at vit kunnu hava ein leiklut í menningini av flogbóltinum, og at skelting okkara verður at síggja í ítróttahallum kring landið.