Mjølnir Føroyameistari hjá monnum
Fleyr Føroyameistari hjá kvinnum
Dystirnir tøkir á netinum

Meistaradeild menn - FM-finalur:
18. apríl 2019: Mjølnir - Fleyr 3-1 (29-31, 25-23, 25-27, 25-19) 
Stroymingin, sum var á KvF.fo
Avgerandi bóltarnir og samrøður (FM1)


20. apríl 2019: Mjølnir - Fleyr 3-1 (27-29, 28-26, 25-22, 28-26)
Stroymingin, sum var á KvF.fo
Avgerandi bóltarnir (FM1) | Steypahandan og gullprát (FM1)

Mjølnir - Føroyameistari í meistaradeildini hjá monnum 2019


Fleyr - silvurvinnari í meistaradeildini hjá monnum 2019
 


Meistaradeild kvinnur - FM-finalur:
18. apríl 2019: Fleyr - SÍ 3-2 (23-25,25-20, 28-30, 25-23, 22-20)
Stroymingin, sum var á KvF.fo
Avgerandi bóltarnir og samrøður (FM1)


20. apríl 2019: Fleyr- SÍ 3-2 (23-25, 25-23, 25-23, 29-31, 15-11)
Stroymingin, sum var á KvF.fo
Avgerandi bóltarnir (FM1) | Samrøður (FM1)

Fleyr - Føroyameistari í meistaradeildini hjá kvinnum 2019


SÍ - silvurvinnari í meistaradeildini hjá kvinnum 2019






Høllin á Hálsi er nú klár til FM-finalurnar skírhósdag og páskaaftan.

Kvinnufinalan:
Í kvinnufinaluni møtast SÍ og Fleyr.

Tað var Fleyr, sum lá á odda, tá landskappingin endaði - tær høvdu 37 stig í mun til SÍ, sum hevði 35 stig. Fleyr lá á odda mest sum alt kappingarárið, men móti endanum kom SÍ fram um, men í seinasta dystinum millum liðini vann Fleyr 3-0 á SÍ, og endaði havnarliðið tí á fyrsta plássinum.

Liðini hava í kappingarárinum spælt 3 dystir ímóti hvørjum øðrum, harav liðini hava vunnið 3-0 hvør sín dyst, og Fleyr hevur vunnið ein 3-1.

Bæði liðini vóru eisini í steypafinaluni, og tá gjørdist SÍ vinnari við settmuninum 3-2, eftir eitt sera spennandi 5. sett, sum SÍ vann 15-12.


Mansfinalan:
Í mansfinaluni møtast Mjølnir og Fleyr.

Mjølnir gjørdist klárt oddalið í landskappingini við 44 stigum og taptu teir bert 3 dystir í árinum. Fleyr endaði á øðrum plássi við 23 stigum.

Liðini hava leikt 6 dystir ímóti hvørjum øðrum í landskappingini, harav Fleyr bert hevur vunnið tann eina 3-0, meðan Mjølnir hevur vunnið hinar fimm. Tveir eru endaðir 3-1 og tríggir eru endaðir 3-0.

Liðini møttust eisini í steypafinaluni. Eisini hesa vann Mjølnir 3-0.

Dystirnir verða leiktir soleiðis skírhósdag og páskaaftan:

Skírhósdag:
13:30 SÍ - Fleyr, kvinnur
16:45 Fleyr - Mjølnir, menn

Páskaaftan
15:00 Mjølnir - Fleyr, menn
17:00 Fleyr - SÍ, kvinnur

Um liðini vinna hvør sín dyst, verður alt avgjørt leygardagin við einum gullsetti, har leikt verður upp í 15.