FM-yngri: Finalurnar í Trongisvági um vikuskiftið
- við stroyming
Um vikuskiftið verða allir FM-vinnararnir í yngru deildunum funnir í Trongisvági. FM-finalurnar byrja fríggjadagin klokkan 18.00 og endað verður ikki fyrr enn sunnudagin klokkan 15 við seinasta dystinum.
TB-flogbóltur hevur lagt Taraflexgólvið á í høllini, so karmarnir eru at teimum bestu hjá ungdóminum at dystast í teirra seinasta dysti í ár.
Feløgini sum eru umboðað í finalunum í ár eru:
ÍF
Fleyr
SÍ
TB
Dráttur
Allar finalurnar verða stroymdar í Flogbóltsvarpinum her:
https://www.youtube.com/channel/UCkaaCl-FzLSdOa-P8cazH-Q/live
Varðin Pelagic er høvuðsstuðul í sambandi við FM-tiltakið í Trongisvági.
Finalurnar verða leiktar soleiðis:
| Fíggjadag 29. mars: | ||||||
| Dreingir 15 - landskapping | kl. | 16.00 | TB | - | Fleyr | |
| Gentur 14 B | kl. | 18.00 | ÍF | - | Fleyr b | |
| Gentur 16 | kl. | 19.30 | SÍ a | - | SÍ b | |
| Dreingir 19 | kl. | 21.00 | SÍ | - | Fleyr | |
| Leygardag 30. mars: | ||||||
| Gentur 19 | kl. | 12.00 | SÍ | - | Fleyr | |
| Mansunglingar | kl. | 14.00 | SÍ | - | Fleyr | |
| Gentur 14 A | kl. | 16.00 | SÍ | - | TB a | |
| Kvinnuunglingar | kl. | 18.00 | SÍ | - | Fleyr | |
| Dreingir 15 | kl. | 20.00 | SÍ | - | Fleyr | |
| Sunnudag 31. mars: | ||||||
| Gentur 12 | kl. | 14.00 | SÍ a | - | Dráttur a | |
| Dreingir 12 | kl. | 15.00 | ÍF | - | TB | |
Viðmerkingar:
Fyrsti dysturin er ein útsettur dystur.
Tíðirnar eru vegleiðandi:
Dystir kunnu byrja áðrenn ásetta tíð.
Dystir kunnu byrja eftir ásetta tíð.