FM-finalurnar 12. og 14. apríl í Stórhøllini á Hálsi

FM-finalurnar í Meistaradeildini hjá kvinnum og monnum verða leiktar í Stórhøllini á Hálsi hósdagin 12. apríl og leygardagin 14. apríl. Leikt verður soleiðis:

Hósdagin 12. apríl
kl. 18.00 Meistaradeild kvinnur   Fleyr - KÍF
Kl. 20.00 Meistaradeild menn      ÍF - Mjølnir

Leygardagin 14. apríl
Kl. 13.30 Meistaradeild kvinnur   Fleyr - KÍF
kl. 16.00 Meistaradeild menn      ÍF - Mjølnir/Fleyr

Fleyr hjá kvinnunum og ÍF hjá monnunum er at rokna sum heimalið til báðar finalurnar. 

Høllin verður tilgjørd, so sum gjørt var til steypafinalurnar/EM-kappingina fyri U20 landslið.