FM-finalur í Trongisvági - skráin

Um vikuskiftið verða FM-finalurnar hjá teimum yngru deildunum leiktar í Høllini í Trongisvági. Tilsamans verður kappast í 8 finalum og verða 5 ymisk feløg umboðað.
 
Heimaliðið TB-flogbóltur verður umboðað í D14 og G16, sum spæla ávikavist kl. 18,00 og 20,00 leygarkvøldið. Annars er skráin henda:

Leygardagur 11. mars 2017:

10.00

D 16

Fleyr

12.00

KVU

ÍF

14.00

MU

Fleyr

16.00

G 14

Fleyr

18.00

D 14

TB

20.00

G 16

TB

 

Sunnudagur 12. mars 2017:

14.00

G 12

SÍ a

KÍF

15.30

D 12

Fleyr

Eins og undanfarin ár verður gjørt nógv burtur út tiltakinum, og í dag verður Taraflax-gólvið breitt út í høllini, soleiðis at henda dagin verður tað bert flogbóltsvøllurin, sum verður umboðaður í høllini.

Varðin Pelagic er høvuðsstuðul í sambandi við finalutiltakið, sum verður gjøgnumført við stórari hjálp frá TB-flogbólti.
 
Seks dystir verða leygardagin og tey yngstu g 12 og D 12 spæla sunnudagin.