KÍF-venjarin: Vit fara eftir meistaraheitinum

Flogbóltsfinala - kvinnur: Ragnar í Haraldsstovu heldur, at tørnið nú er komið til, at KÍF eigur at vinna FM. Liðið var í báðum finalunum í fjør, men hóast kollfjarðarkvinnur taptu, sær hann møguleikar, um enn Fleyr eftir hansara tykki er stórfavorittur.

- Okkara leikarar eru svangir eftir at vinna eina so stóra kapping. Tað hava tær ongantíð gjørt áður, heldur ikki í fjør, tá vit vóru í báðum finalunum. So hóast Fleyr eftir mínum tykki er stórfavorittur, fara vit á vøllin fyri at vinna.

Tað sigur Ragnar í Haraldsstovu, venjari hjá KÍF, undan FM-finalunum, sum standa fyri durum hesa vikuna. Fyrra finalan verður leikt hóskvøldið og tann seinna verður leikt leygardagin.

Ikki góð byrjan
Tá árið byrjaði, var ikki so nógv sum bendi á, at KÍF fór at vera annað liðið í FM-finalunum. Mjølnir, sum í nøkur ár hevur ligið lægri enn liðið plagdi at gera, sá út til at vera komið fyri seg, eftir at Sofía Purkhús flutti heimaftur. Men tíverri fyri klaksvíkskvinnur helt hon ikki alt kappingarárið, og tá kappingin nærkaðist endanum, kundu kollfjarðarkvinnur sjálvar gera av, um tær "vildu" í finaluna. Vunnu tær tveir av teimum fýra seinastu dystunum, vóru tær í finaluni, og tann setningin greiddu tær.

- Okkara leikarar vildu fegnir í finaluna, so tær gjørdu tað sum skuldi til, og nú standa vit her, sigur Ragnar í Haraldstovu, sum er errin av sínum liði.

Spurdur, hvørjar vónirnar eru, nú tað er Fleyr, sum stendur hinumegin, sigur hann, at nú bara finalurnar eru eftir, er útgangsstøðið hjá liðunum báðum tað sama.

- Tað kann væl vera, at Fleyr endaði 17 stig frammanfyri okkum í grundspælinum, men tær fáa einki við sær í finaluna. Hetta verður avgjørt yvir tveir dystir, og har fara vit í øllum førum at royna at fáa okkara til høldar, sigur hann.

Favoritleikluturin, Fleyr trýstar
KÍF-venjarin letur tó ongan iva vera um, at hann veit, hvør má taka favoritleiklutin á seg.

- Nei, for ólukkan. Tá man bara tapir ein dyst í einum grundspæli, ein av fimtan dystum, tá verður man favorittur av sær sjálvum. Men tað merkir tó ikki, at vit leggja okkum niður uttan mótstøðu, sigur Ragnar í Haraldsstovu.

Tá steypafinalurnar vóru í februar, vísti Fleyr, at tær kunnu vera til at tosa við. Fyrsta partin av steypafinaluni vóru favorittarnir undir trýsti, og tað trýstið ætlar Ragnar í Haraldsstovu at endurtaka.

Og hann hevur spælararnar til tað, heldur hann.

Okkara styrki
- Styrkin hjá okkum er, at vit hava ein javnt góðan og breiðan hóp. Vit hava nógvar spælarar, sum kunnu taka ábyrgd, og tað gera teir eisini, tá á stendur. Tað hava vit sæð gjøgnum kappingaráið. Nú er bara finalan eftir, og eg unni veruliga mínum spælarum at vinna landskappingina. Tær hava tað uppiborið, tí tær hava arbeitt ógvuliga málrættað, sigur hann.

Um tað fer at eydnast, mugu vit síggja í teimum báðum finaludystunum, sum vera í Stórhøllini á Hálsi í hóskvøldið klokkan 18 og leygardagin klokkan 13.30.