Viðvíkjandi FK-Cup í eldri deildum

Í 1. deild er hevur Mjølnir B givið avboð. KÍF C er komið ístaðin og hevur tikið teirra pláss.

Onki motiónslið verður, so 1. deild kann brúka 3 vøllir eftir at 1. deild menn eru lidnir.

Hjá MK hevur Dráttur meldað avboð, so bólkarnir eru gjørdir av nýggjum, tí Dráttur endaði nr. 2 í fjør.

Skráin fyri dystir í høllini á Hálsi (PDF) 

Skráin fyri dystir í Gundadalshøllini (PDF)
 

Skiftirúmini í Stórhøllini (á Hálsi) kunnu vit bert brúka fram til kl. 13.00. Eftir tað vísa vit til skriftirúmini og brúsur niðri í Gundadalshøllini.

Vit vísa til norðaru inngongd í Stórhøllini (inngongdina til nýggju høllina).

Tað verður barnahondbóltur í Høll 1 (gomlu høllini) allan dagin, so tað kann blíva eitt sindur forstýrisligt. Kl. 14.00 fara hondbóltskvinnur at hita upp til dyst og fara at hava tónleik frá.


Vinarliga
Fleyr