Rajko Petrovic í flogbóltsfinalu nr. 100

SÍ hevur kvalifiserað seg til 9 av 10 steypafinalum hjá teimum yngru í flogbólti, sum verða um vikuskiftið. Hjá øllum SÍ-liðunum eitur venjarin Rajko Petrovic, sum annahvørt sum spælari ella venjari byrjar sína flogbóltsfinalu nr. 100 sunnudagin kl. 14.15.

Rajko Petrovic kom í 2001 til Føroya at leika við Meistaradeildini hjá SÍ. Seinni bleiv hann spælandi venjari hjá liðnum. Í 2006 fer hann av aftur landinum, men longu í 2009 kemur hann aftur til SÍ. Í 2010 byrjar hann at venja ungdómslið hjá felagnum. og síðstu árini hevur hann vant øll ungdómsliðini. 

Hansara ungdómsarbeiði í Sørvági hevur givið sera góð úrslit og er SÍ mest vinnandi felagið í yngru deildunum. Í steypafinalunum fyri yngri deildir, sum verða nú leygardagin og sunnudagin, hevur hann megnað at fingið SÍ at kvalifisera seg til 9 av 10 ungdómsfinalum. 

Rajko hevur sjálvur spælt í mongum steypa- og FM-finalum. Sum venjari hevur hann megnað at fingið eitt stórt tal av liðum í finalur. Við at telja saman sæst, at tá steypafinalan hjá G14 byrjar sunnudagin kl. 14.15, er tað samstundis flogbóltsfinala nr. 100 hjá Rajko Petrovic. 

Hetta er helst eitt met, sum er ómetaliga ringt at sláa.