Ferðafrásøgn frá Óla G: U19-túrurin til Finnlands

Ein lítil ferðadagbók – Óli G skrivar

Eftir at nógv av okkum høvdu vakt hanarnar í morgun, møttust vit í Vága floghavn hønutíðliga at fyrireika okkum til ein langan ferðadag, sum byrjaði við at fara í buss nr. 1 av 3. Tann fyrsti var hjá Atlantic Airways.

Komin til Kongens København, byrjaðu vit fyrstu venjingina - at heinta kuffert út úr Tax-Free himmiríki fyri síðani at renna til check-inn" aftur, "5 minutes to closing" og at fáa øll kolli ígjøgnum.

Skunda okkum til security - onkur for skjótur, fleiri steðgaðu, og kuffert screeanast fleiri ferðir, so at taka 100 metur spurtin til gatina at finna útav, at nú manglaðu leikarar. Sum, til alla lukku, komu drússandi, sum ein vanligur føroyingur ger.

Bussus nr. 2 av 3 var samstarvs-partnarin hjá Atlantic Airways, Finnair.

Har gekk fínt at flúgva, gott at eta, finska sjokulátu og blábersaft frá teimun fittu flogternunum. Kiitos! (Takk, á finskum).

At bíða á einum flogvølli, sum hevur teir internationalu bókstavirnar HEL, er... allertiders - onki at hugsa um; sama sum tá ein bíðar í FAE.

So at fylla bjólgin við onkrum góðum frá teimum ymsu etingarstøðunum, og onkur tøma onkra mappu.

So var klárt at fara í ein kassabil, sum skuldi taka okkum tann síðsta flúgvitúrin frá HEL og norðureftir ein knappan tíma.

Larmurin var øgiligur, tá ið vit fóru uppfrá, men so var tað sooo deiligt.

Fínt kaffi og blábersaft, gott prát, tónleikur, spøl ella hvat nú ein vildi lata løtuna fara við.

So lendu vit við kassabilinum, og at ganga frá "kassabilinum" til bandið við kuffertinum var, haldið tykkum nú fast, 75 metrar, og har frá til okkara síðsta buss, ein Volvo pax 57 fólk, var einans 50 metrar.

Ein fínur buss-túrur við einum behagilignum sjáføri, so nú eru leikararnir við at rista ferðakroppin av sær og fáa flogbóltskroppin fram.

Vit takka fyri hendan mikudagin og gleða okkum til eina góða NEVZA U19 kapping í Finnlandi.


Óli G. Samuelsen útvarpar flestu dystirnar gjøgnum FM1, sum hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

Dystarskrá, úrslit, leinki til stroyming o.a. síggjast á www.fbf.fo/u19-nevza-2019