Evropeiski flogbóltsforsetin til Føroya

Mynd: Aleksandar Boričić, CEV forseti (vinstrumegin), og Magnus Tausen, formaður í FBF

Tað verður fín altjóða vitjan, tá steypafinalurnar millum kvinnu- og mansliðini hjá Mjølni og SÍ verða leygardagin 22. februar. Forsetin í evropeiska flogbóltssambandinum, Aleksandar Boričić, kemur til Føroya fríggjadagin í aðru viku.

Tað hendir ikki á hvørjum degi, at vit hava forsetavitjan í Føroyum, men um vikuskiftið um hálvaaðru viku hendir tað.

Fríggjadagin kemur evropeiski flogbóltsforsetin, serbin Aleksandar Boričić, á vitjan, har hann millum annað skal vera við til steypafinalurnar, sum verða seinnapartin leygardagin 22. februar, og hann verður eisini við til onkra av ungdómsfinalunum, sum vera sunnudagin 23 februar. 

Tað er Flogbóltssamband Føroya, sum hevur boðið forsetanum í CEV henda vegin, og fyri føroyska starvsfelagan, Magnus Tausen, er tað bæði hugaligt og týdningarmikið, at tey stýrandi í evropeiska flogbóltsfelagsskapinum við egnum eygum sleppa at síggja, hvussu flogbólturin her á landi er skipaður.

Gott samstarv
- Vit hava eitt gott samstarv við CEV og halda tað vera týdningarmikið at fáa Aleksandar Boričić henda vegin, so hann sleppur at uppliva, hvussu føroyskur flogbóltur hevur tað. Tað er ikki á hvørjum degi, at tað eydnast okkum at fáa sjálvan forsetan henda vegin, og tí fegnast vit um, at tað bar til, nú steypafinalurnar, sum er eitt heilt serligt vikuskiftið fyri føroyskan flogbólt, eru á skránni, sigur Magnus Tausen.

Spælari og venjari
Aleksandar Boričić er føddur í 1948 og hevur spælt nógvan flogbólt sjálvur. Hann hevur spælt 103 landsdystir og gjørdist nummar trý í EM í 1975. Eisini hevur hann vunnið nógv serbisk meistaraheiti.

Tá hann gavst at spæla, gjørdist hann venjari, har hann fyrst og fremst hevur gjørt um seg sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Reyðu Stjørnu, sum undir hansara leiðslu vann jugoslaviska meistaraheitið fimm ferðir og steypakappingina fýra ferðir. Harumframt var hann eisini landsliðsvenjari hjá serbisku kvinnunum í sama tíðarskeiði.

Flogbóltspolitikari síðani 1992
Aleksandar Boričić hevur verið aktivur flogbóltspolitikari síðan 1992. Hann var forseti í heimliga flogbóltssambandinum og gjørdist í 2001 varaforseti í evropeiska flogbóltssambandinum. Í 2011 fekk hann heitið Senior Vice-President, og í oktober 2015 tók hann við sum forseti í evropeiska flogbóltssambandinum. Umframt tað hevur hann eisini verið varaforseti í altjóða flogbóltssambandinum, FIVB, síðan 2016.

Aleksandar Boričić kemur til Føroya 21. februar og fer av landinum aftur 25. februar.