A-landsliðini í EuroVolley undankappingar

Eftir drúgva viðgerð hevur nevndin í Flogbóltssambandi Føroya gjørt av, at A-landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum skulu luttaka í stóru EuroVolley kvalifikatiónskappingunum hjá CEV.

Við hesum stigi byrja føroysku landsliðini at luttaka í somu kappingum, sum hinar stóru flogbóltstjóðirnar í Evropa, so sum Pólland, Italia og Serbia.

Innleiðandi kvalifikatiónsbólkaspælið er í august, og tá skulu bæði kvinnur og menn leika tríggjar útidystir og tríggjar heimadystir. Sostatt verður á fyrsta sinni møguleiki at síggja føroyska A-landsliðini leika heimadystir móti nøkrum av bestu liðunum í Evropa. 

Endaligu bólkarnir verða avgjørdir seinni
Avgerðin at lata føroysku liðini luttaka á hægsta stigi er eitt kostnaðarmikið sats, men er liður í eini 3-5 ára menningarætlan fyri flogbóltin, sum skal vera við til at hækka stigið á føroyskum flogbólti og geva okkara bestu leikarum nakrar avbjóðingar, sum teir ikki áður hava haft. Hetta skal so eisini hava við sær, at áhugin millum børnini at leika flogbólt økist, soleiðis at tilgongdin til feløgini gerst betri.

Sum lið í langtíðarætlanini eru landsliðsvenjararnir fyri A-landsliðini og fyri U-landsliðini eisini nú langtíðarsettir fyri á tann hátt at tryggja eina áhaldandi menning av leikarum.

Myndin er av kvinnunum hjá Italia, sum vunnu Europameistaraheitið 2021. Eisini menninir hjá Italia gjørdust Evropameistarar.