EM í Póllandi – við 64.000 áskoðarum

Hósdagin verður setanarhátíðin fyri EM endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Póllandi, og væntandi verða 65.000 áskoðarar til staðar til hátíðarhaldið og til setanardystin, sum er millum Pólland og Serbia.

EM-kappingin verður send á nógvum sjónvarpsrásum kring Evropa, men fyri tey sum ikki hava atgongd til tær rásirnar, so er eisini møguligt at síggja beinleiðis stroyming á almennu Youtube rásini hjá CEV  her og eisini á CEV EuroVolley Facebook-síðuni her.

Setanin byrjar kl. 19.00 føroyska tíð og setanardysturin millum Pólland og Serbia byrjar kl. 19.30. (Vit taka tó fytivarni fyri tíðum, og júst hvat kann síggjast á youtube).

Finalan verður spæld sunnudagin 3. September.