Úrslit og dystarfrásagnir frá hálvfinalunum í steypakappingini

Hálvfinala í steypakappingini, kvinnur:
SÍ – Mjølnir 3-0 (25-13, 25-20, 25-19)

SÍ í steypafinaluni
SÍ vísti frá byrjan, hví liðið var mett sum favorittur, og liðið var greitt á odda alt fyrsta settið.

Men javnari var í øðrum setti, har Mjølnir fylgdi við til støðuna 15-15, men so dró SÍ frá og vann 25-20.

Fyrstu løtuna av triðja setti gekk eisini javnt á, men so vísti SÍ sína styrki og tók seg týðandi framum og helt munin restina av settinum, sum endaði 25-19.

Verandi steypavinnararnir úr Sørvági vera sostatt aftur í finaluni í ár, har mótsøðuliðið verður Dráttur ella Fleyr, sum fóru í holt við sína hálvfinalu kl. 17.

Finalan verður í Høllini á Hálsi 27. februar.

 


 

Hálvfinala í steypakappingini, menn:
ÍF - SÍ 3-0 (25-12, 25-21, 25-16)

ÍF í steypafinaluni
Við greiðum 3-0 sigri á SÍ spældi ÍF seg í steypafinaluna, sum verður í Høllini á Hálsi 27. februar.

Í fyrsta setti, sum ÍF vann 25-12, var lítil mótstøða, men annað settið gjørdist eitt sindur javnari við einum 25-21 sigri til ÍF. Liðini fylgdust í byrjanini, men móti endanum á settinum legði ÍF seg framum við nøkrum stigum, og settið var ongantíð í vanda, hóast vit sóu fleir drúgvar duellir – við fínum flogbóltsspæli frá báðum pørtum.

Í triðja settinum vísti ÍF aftur klassa, og smurdi sørvingarnar av við einum 25-16 sigri.

Liðið hjá ÍF leikti á sera høgum stigi, og liðið man vera eitt tað sterkasta, sum felagið hevur havt – møguliga favorittur at vinna finaluna.

- Hvat mótstøðuliðið verður, verður avgjørt kl. 19 í kvøld, tá Mjølnir og Fleyr møtast.
 


Hálvfinala í steypakappingini, kvinnur:
Dráttur - Fleyr 3-1 (25-22, 27-25, 14-25 og 25-22)

Dráttur í steypafinaluni
Eftir sera spennandi dyst millum Drátt og Fleyr gjørdist greitt, at steypafinalan í ár verður ein oyggjaruppgerð millum verandi meistara, SÍ, og grannarnar úr Drátti, sum hildu høvdið kalt tá á stóð, og vunnu 3-1 á Fleyr. 

Í fyrsta setti skiftust liðini um at vera á odda, men ímóti endanum legði Dráttur seg framum við 4 stigum. Fleyr hálaði seg tó spakuliga fram á Drátt aftur, og munurin minkaði niður í 2 við støðuna 23-21. Duellirnar vóru drúgvar hesa løtuna, men Dráttur tryggjaði sær settið 25-22 við einum serviessi.

Annað sett var ikki fyri veikar sálir. Liðini vístu sínar dygdir, og støðan gjørdist 23-23. Síðani skiftust tey um at vera á odda. – Og høllin kókaði!

Dráttur ger servifeil og Fleyr fær settbólt. Men so gjørdi Fleyr servifeil, og Dráttur tók av møguleikanum og vann settið 27-25.

Við knívinum á barkanum í triðja setti buldraði Fleyr avstað, og legði seg á odda 8-4, 16-6, 20-13 og vann settið heili 25-14. Nú var vent í holuni, og spenningurin øktist undan 4. setti. – Enn hevði havnarliðið vónirnar.

Og fjórða settið leikaði javnt á. Støðurnar vóru 8-8, 10-8, 12-12, so 14-12 til Drátt. Og liðini fylgdust víðari til 19-19.

Men so steðgaði Fleyr upp, og við góðum spæli legði Dráttur seg á odda 23-19. Fleyr gjørdi eina síðstu roynd og vann seg upp á 22-24, men so gjørdi Dráttur bart og vann settið 25-22 og dystin 3-1.

Dráttur er so statt  komið í finaluni, sum verður í Høllini á Hálsi 27. februar 2021. Mótstøðuliðið verður SÍ - ein rein oyggjaruppgerð.
 



Hálvfinala í steypakappingini, menn:
Mjølnir – Fleyr 3-1 (25-14, 25-16, 23-25 og 25-18)

Mjølnir í steypafinaluni
Klaksvíksliðið vísti beinan vegin í fyrsta setti, at teir ætla sær til Havnar um tvær vikur. Fyrsta settið smurdu teir Fleyr-liðið av 25-14.

Gongdin í øðrum setti var tann sama – Mjølnir vísti sína styrki, og vann eisini hetta settið stórt við settúrslitinum 25-16.

Men so vendist alt á høvdið í triðja setti. Havnarliðið legði seg á odda 10-7, og tann munurin vaks, men spakuliga otaði Mjølnir seg nærri og nærri til teir komu upp á 23-24, og líkt var til at teir eisini fóru at vinna hetta settið við einum sluttspurti. Men við einum góðum Fleyr-smassji til seinast, so megnaði Fleyr at vinna 25-23.

Í fjórða setti setti Mjølnir aftur ferðina upp, og legði seg á odda 8-5 og økti síðani til 19-12. Fleyr hálaði seg upp á 16-21. Síðani vóru nakrar góðar duellir móti endanum á settinum - men so setti Mjølnir propp í og vann settið 25-18.

Mjølnir er í finaluni, sum verður í Høllini á Hálsi 27. februar 2021 – mótstøðuliðið verður ÍF. 

So statt verður lagt upp til eitt brak av eini finalu!