Drúgvur leygardagur í Føroya Tele-deildini

Leygardagin 11. desember verður fult umfar í Føroya Tele-deildini hjá bæði monnum og kvinnum. Lagt verður fyri á middegi, og klokkan fer helst at tátta væl í 8 á kvøldi, áðrenn seinasti bólturin er smekkaður í gólvið í seinasta dystinum, sum er ímillum nr. 1 og 2 í mansdeildini, Mjølnir og ÍF. 
 
Krútsterka Mjølnir-liðið hevur vunnið allar sínar dystir í kappingini higartil, og hóast kappingin er ung enn, so skal nógv vendast á høvdið, skal liðið ikki megna at spæla seg í FM-finalurnar, sum verða um mánaðarskiftið mars/apríl. Men at Mjølnir kann hóttast, sóu vit týskvøldið, tá SÍ hevði til samans fýra settbóltar í fyrsta og øðrum setti, men ikki tók av, og síðan tapti triðja settið greitt. ÍF hevur í tveimum dystum spælt fult upp ímóti SÍ, tó at báðir dystirnir eru taptir 2-3, so tað er ikki ógjørligt, at ÍF eisini kann geva Mjølni mótstøðu. Dysturin verður spældur í høllini á Kambsdali og byrjar kl. 18.
 
Hin mansdysturin er ímillum Fleyr og SÍ og byrjar kl. 16 og verður spældur í høllini á Hálsi. Fleyr hevur higartil ikki staðið trimum teimum ovastu kurl, og vinnur SÍ henda dystin, so taka sørvingarnir næstfremsta plássið frá ÍF, um ikki ÍF vinnur á Mjølni. 
 
Kvinnurnar
Í kvinnudeildini eru verandi føroyameistararnir úr SÍ aftur komnir best frá byrjan í ár, og hava vunnið allar sínar dystir, tó at tað var eftir tógvið stríð í 3-2 sigrinum á grannunum úr Drátti seinasta sunnudag. Dráttur er eisini høvuðsavbjóðari - saman við SÍ - at taka annað finaluplássið um FM-heitið, men í løtuni er tað í skarpari kapping við Fleyr, sum er 1 stig aftanfyri. 
 
Dráttur á øðrum plássi vitjar KÍF í Kollafirði kl. 14, men hóast 7 stig eru ímillum liðini á stigatalvuni, so er ikki vist, at Dráttur fær ein lættan dyst, tí í fyrsta dystinum teirra millum í ár fekk Dráttur dygga mótstøðu og vann við bit og slit 3-2. Haraftrat hevur KÍF spælt ein dyst færri enn Dráttur, so skuldi KÍF vunnið sær trý stig leygardagin, so eru kollfirðingar við í stríðnum um finaluplássið.
 
Kl. 12 byrjar dysturin í Havn millum Fleyr á triðja plássi og oddaliðið SÍ. Hesi bæði møttust eisini í fyrsta dystinum í ár, og tá smurdi SÍ Fleyr av, men tekin hava verið um, at Fleyr hevur ment seg hesar fimm vikurnar síðani tá, men SÍ er framvegis favorittur at vinna sín sætta sigur í sínum sætta dysti. 
 
Í Trongisvági kl. 14 møtast tey bæði niðastu liðini, TB og Mjølnir. TB hevur vunnið ein sigur í kappingini higartil, og hann var ímóti júst Mjølni í fyrsta umfarinum í kappingini. Tá vann Mjølnir sítt higartil einasta sett í kappingini.  
 
Føroya Tele-deildin, menn:
Leygardag 11. des.: Fleyr-SÍ kl. 16.00
Leygardag 11. des.: ÍF-Mjølnir kl. 18.00
 
Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Leygardag 11. des.: Fleyr-SÍ kl. 12.00
Leygardag 11. des.: KÍF-Dráttur kl. 14.00
Leygardag 11. des.: TB-Mjølnir kl. 14.00
Allir dystirnir síggjast ókeypis í Televarpinum.