Innbjóðing til Dráttur-kapping

Góðu flogbóltsfeløg

Leygardagin 3. februar 2018 skipar Dráttur fyri kapping fyri flogbørn.

Bjóðað verður flogbørn level 0 - 1 - 2 - 3 - G/D12.


Luttekur felag við meira enn einum liði í sama aldursbólki, skulu liðini nevnast í bókstavarað ella talrað, soleiðis at A ella 1 verður at rokna sum tað besta liðið, B ella 2 sum tað næstbesta o.s.fr.

Tilmelding á birita@sokn.fo í seinasta lagi hósdagin 25. januar 2018.

Kostnaður kr. 200 fyri hvørt lið. Peningurin skal flytast á kontu 6460 - 153.925.8 í BankNordik innan kappingina.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll :)


Við flogbóltskvøðu
Dráttur