Fyrilestur fyri flogbóltsvenjarar 26. apríl
Góðu venjarar
Í sambandi við steypafinalurnar um vikuskiftið bjóðar Flogbóltssamband Føroya tilfyrilestur (Coaching Clinic) við høvuðsvenjaranum Ciro Zoratti. Fyrilesturin er ætlaður øllum flogbóltvenjarum og øðrum, sum eru virkin í flogbóltsfeløgum kring landið.
📅 Dagfesting: Leygardagin 26. apríl
📍 Stað: Høllini / Meginskúlin á Sandi
🕘 Tíð: 12:30 - 14:30
🥪 FBF bjóðar øllum lutakarum miðmála
Fyrilesturin verður hildin av Ciro Zoratti, høvuðsvenjara hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Evnini, ið verða viðgjørd, eru viðkomandi fyri venjing á ymiskum stigum:
- Ætlan fyri ungdómsflogbólt
- At varðveita leikarar í longri tíð
- Venjingarháttur og upplegg til venjingar
Tiltakið verður beint undan steypafinaluni, so hetta er ein framúr góður møguleiki at sameina fakliga menning við spennandi flogbóltsdyst.
Eftir fyrilesturin bjóða vit miðmála til allar luttakarar.
Vit vilja vinarliga biðja tykkum um at vátta tykkara luttøku í seinasta lagi 24. apríl við at senda t-bræv til trina@fbf.fo, soleiðis at vit kunnu fyrireika okkum væl.
Vit gleða okkum at síggja nógv tykkara til hetta gevandi og hugnaliga tiltak!
Vinarliga tryggið tykkum, at flogbóltsvenjarar í tykkara felag fáa innbjóðingina.
Heilsan
Flogbóltssamband Føroya