Challenge Cup, menn: Mjølnir skal til Hollands

Lutakast um dystirnar í øllum evropeisku kappingum fyri feløg í flogbólti var mikudagin í Luksemborg. Her gjørdist greitt, at mótstøðuliðið hjá Mjølni í Challenge Cup verður Numidia VC Limax Linne úr Hollandi.

Tá Mjølnir kom úr pottinum, søgdu vertirnir í sjónvarpaða lutakastinum, at hetta var “history in the making for both club and country”, tí hetta er fyrsta altjóða luttøkan nakrantíð fyri eitt føroyskt flogbóltsfelag. 

Mjølnir, sum til hesa kappingina ikki er styrkismett, kundi møtt 16 styrkismettum liðum úr stórum parti av Evropa. Millum hesi vóru Forde VBK úr Norra og Akaa Volley úr Finnlandi.

Út frá einum fíggjarligum sjónarhorni var kanska heppið, at mótstøðuliðið úr Hollandi kom úr pottinum.

Numidia VC Limax linne endaði á 4. plássi seinasta kappingarár í hollendsku Eresdeildini.

Fyrri dysturin er ásettur til 24.- 26. oktober, og seinni dysturin verður millum 31. oktober og 2. november. Mjølnir hevur heimavøll fyrst og skal nú saman við hollendska liðnum leggja dystardagarnar fastar.

Í stíðstu viku varð Badmintonhøllin góðkend til hesar dystirnar, so í oktober verður altjóða flogbóltur í Klaksvík.

--------

Her sæst videobrotið, tá CEV verturin, Norisha Campbell, dregur Mjølnir úr bollanum, og tíðindastjórin hjá CEV, Federico Ferraro, fortelur at hetta er fyrstu ferð at føroyskt lið er við í evropeiskari kapping hjá CEV fyri feløg.