Mjølnir vann á KÍF í bronsufinaluni

KÍF – Mjølnir 1-3 (22-25, 25-19, 20-25, 9-25)

Landskappingin hjá kvinnum passaði tað soleiðis, at tey bæði liðini, sum kundu vinna bronsuna, KÍF og Mjølnir. hittust í seinasta dystinum í Kollafirði. Undan dystinum var Mjølnir 2 stig frammanfyri, so kravið til KÍF var ein sigur, og hann skuldi vera minst 3-1.

KÍF í trupulleikum frá fyrsta bólti
Um tað vóru nervar, er ilt at siga, men KÍF noyddist at taka time-out longu við 0-4 og so aftur við 3-11. Langt frá nøkur dreyma byrjan hjá heimaliðnum, men so við og við fótaði KÍF sær. Serliga við sterkum servum, men eisini við nøkrum blokkum og stríðsvilja hjá serliga Zoe Dickson.

KÍF minkaði munin niður í 13-16 og til seinast 22-24, men tíverri fyri Hannu A. Olsen og KÍF var seinasta servan ov long, og Mjølnir tók fyrsta settið og harvið eitt stórt fet ímóti bronsuni.

Kravið var nú 3 sett til KÍF, og tað skuldi ikki verið ómøguligt, tá ið hugsað verður um, at liðið eftir syndarligu byrjanina hevði fótað sær. 

Fullkomin vend í
2. sett minti um tað fyrra, men var tó javnari frá byrjan. Men frá tí at KÍF kom framum fyrstu ferð í dystinum, tá ið støðan var 12-11, tóktist heimaliðið fullkomuliga hamskift. Tað vóru ungu Zoe Dickson og Jacobina Joensen, sum gingu undan í øllum, og Guðrun S. Lindenskov tók sær av restini við nøkrum skørpum servum. Hjá Mjølni tóktist alt í fullkomnari upploysn, og frá at KÍF kom framum var í grundini bara eitt lið á vøllinum. Sterkt av KÍF!

Bronsan til Mjølnir
1-1 í settum, KÍF greitt omaná og alt at spæla fyri í 3. setti. Og tað lá eisini leingi heilt væl fyri hjá teimum. Heilt frá byrjan løgdu tær seg á odda, og tóktust at hava neyðugu breiddina í álopsspæli sínum umframt sterkt verjuspæl, men sum eyðkennið var fyri allan dystin, so vórðu tað aftur í hesum settinum nakrar framúr servur, ið gjørdust avgerandi. 

Mjølnir fekk ikki spælið rættiliga at hanga saman, og tá er gott at hava servuna hjá Fríðgerð H. Hansen í Mjølni, ið vann Mjølnir framum og eisini frammi við netið hevði nøkur avgerandi álop. Sofía Purkhús Splidt tók sær av restini og servaði frá 20-21 til 20-25, og so var bronsufinalan avgjørd. 

4. sett var av tí sama bara avgreiðsla, har báðir venjararnir skiftu nógvar leikarar. Innskifta Maria G. Magnusdóttir í Mjølni endaði dystin við 7 servum á rað, og so var tað avgjørt. 

Mjølnir er bronsuvinnari, og KÍF endar nr. 4.

Dagsins leikarar: 
Zoe Dickson, KÍF og Sofía Purkhús Splidt, Mjølnir