Innbjóðing til kapping í Sandoynni vikuskiftið 29. og 30. januar 2022

  • Leygardagin 29. januar ætla vit at skipa fyri kapping fyri level 0-3 í ítróttarhøllini í Sandoynni.
     
  • Sunnudagin 30. januar verður kapping fyri G/D14, og hetta er ein kapping, sum er partur av landskappingini.
     

Nevnda vikuskiftið hava vit ikki kapping fyri G/D12 her suðuri, men FBF arbeiðir við at finna annað felag, sum kann taka sær av hesi kappingini.

Gott hevði verið, um tit kunnu melda til kappingina í seinasta lagi mánadagin 24. januar kl. 20.

Ein samlað tilmelding fyri felagið verður at senda til: petsig930@gmail.com , og tilmeldingargjaldið, sum er 200 kr. fyri hvørt liðið, verður at flyta á knt. 9181-5216933.

Vit vóna, at tað fer at lata seg gera at hava kappingina og gleða okkum til aftur at síggja tykkum her suðuri.
 

Blíðar heilsanir frá okkum í B71