Aleksandar Boricic afturvaldur til forseta í CEV

Mynd: Jónley Poulsen, næstforkvinna í Flogbóltssambandi Føroya, er okkara umboð í Wien. Hon stendur her høgrumegin Aleksandar Boricic, sum er nr. 2 frá vinstru.

Á árliga aðalfundinum hjá CEV - evropeisku flogbóltssamgonguni, sum er í hesum døgum í Wien, hevur forsetaval verið í dag. Valið stóð ímillum sitandi forseta Aleksandar Boricic og avbjóðaran Hanno Pevkur úr Estlandi.  

Helst ongantíð hevur so hart valstríð verið til eitt forsetaval í CEV. Av tí sama var spenningurin eisini stórur, tí væntað var, at tað fór at gerast ógvuliga tætt ímillum valevnini.

Tá ið avtornaði, var tó ikki so tætt, tí Aleksandar Boricic fekk 36, atkvøður og Hanno Pevkur fekk 19. Tað er so statt greitt, at Aleksandar Boricic, sum vitjaði í Føroyum í februar, er afturvaldur og er forseti í CEV næstu 4 árini.

Úrslitið vísir, at Aleksandar hevur stóra undirtøku frá limalondunum, men hann fær samstundis eina stóra uppgávu í at savna ymisku áskoðanirnar, sum eru komnar til sjóndar í valstríðnum.