NEVZA U17 og U19 avlýst í 2020

Til øll feløgini!

Nevza kappingarnar fyri U17 og U19, sum skuldu vera í Danmark og í Finnlandi nú í oktober, eru avlýstar. Tað hava øll limalondini í Nevza gjørt av á fundi í dag, eftir at hava viðgjø rt støðuna viðvíkjandi Korona.

Bæði Finnland og Danmark vísa á, at tað ber ikki til hjá teimum at hýsa so stórum tiltaki, sum støðan er, og sum útlitini eru. Eisini eru limalondini ivasom, tá ið tað kemur til ferðing og at savna so nógv fólk.

Hetta er ein ómetaliga keðilig støða, men við umstøðunum sum eru, fær tað ikki verið øðrvísi.

Vinaliga
Flogbóltssamband Føroya