Steypakappingar


Nýggj steypakapping vaksin

Leikreglur o.a.

§ 1. Øll lið sum eru í meistaradeildini, eru eisini við í 
steypakappingini.

§ 2. Hvørt felag kann hava 2 lið við í steypakappingini. Liðið í meistaradeildini er altíð at rokna sum A-lið. Freistin at tekna næsta liðið við í steypakappingina er sama freist sum at tekna lið til landskappingina.

§ 3. Leikarar, skrásettir við liði í meistaradeildini, hava ikki loyvi at leika við lægri liði í steypakappingini. Leikaraflyting millum feløg gongur eftir somu reglum sum fyri landskappingina.

§ 4. Hvørt felag skal hava dómarar við til hvørt tilmeldað lið.

§ 5. Innleiðandi partur av steypakappingini, er skipaður sum landskapping, har spælt verður eitt umfar, t.v.s. einaferð heima og úti móti hvør øðrum.

§ 6. Eru 6 lið ella fleiri í steypakappingini, verður steypakappingin skipað í tveir bólkar. Um tveir bólkar eru, verða bólkarnir grundaðir á endaliga støðu frá farna kappingarárinum.

§ 7. Er neyðugt við innleiðandi bólkum, koma tvey lið víðari úr hvørjum bólki, og spældar verða hálvfinalur á uttanveltaðum vølli. Er bert ein innleiðandi bólkur, spæla nr.1 og nr. 2 steypafinalu.

§ 8. Starvsnevndin ásetir nær steypafinalurnar verða leiktar.

§ 9. Leikt verður eftir somu ásetingum sum í kappingarreglunum fyri landskappingina. Tó missa leikarar ikki rættin til at spæla við lægri liði í landskappingini, sjálvt um 2/3 eru farnir av landskappingini.

 

 

 

stuðlar