U17 landsliðini úttikin til NEVZA-kappingina 16.-18. oktober

U17 landsliðini fyri gentur og dreingir úttikin
 
U17/U18 landsliðini fyri gentur og dreingir í flogbólti eru úttikin. Landsliðini skulu til kapping í døgunum 16. - 18. oktober.
 
Kappingin, sum verður í Ikast í Danmark í døgunum 16. - 18. oktober, er bæði ein NEVZA-kapping fyri U17 landslið og ein CEV-Eurovolley U18 undankapping. Vinnarin av kappingini gerst NEVZA-meistari og fer víðari til næsta umfar í undankappingini, har endaumfarið verður í juli og august 2024. Talan er um leikarar, sum eru føddir í 2007 og seinni.
 
NEVZA kappingin verður hildin hvørt ár í oktober, og annað hvørt ár er kappingin eisini skipað sum ein CEV-Eurovolley undankapping.
 
Luttakandi londini í NEVZA eru Norðurlondini umframt England.
 
Høvuðsvenjarin hjá gentunum, Tereza Kerpcarová og hjálparvenjarin Lena í Buð, hava úttikið hesar 12 genturnar at umboða Føroyar:
 
2. Arina Joensen (KÍF)
3. Maia á Lakjuni (Ternan)
4. Eva Kallsberg Joensen (TB)
5. Savanna Onghamar (Fleyr)
6. Ranja Magnussen (TB)
7. Halla Haraldsen (SÍ)
8. Sólbjørg Johnsdóttir (SÍ)
9. Maria Teresa Vitalis (Mjølnir)
11. Marjun á Mýrini (Dráttur)
14. Elisabet Nattestad (Dráttur)
15. Miriam J. Karlsdóttir (Fleyr)
16. Ása Thorkildshøj (KÍF)

 
Høvuðsvenjarin hjá dreingjunum, Vukasin Nedeljkovic, og hjálparvenjarin, Rógvi Nielsen, hava úttikið hesar 12 dreingirnar at umboða Føroyar:
 
1. Óli Hvítklett (SÍ)
2. Bjarki Ryggshamar (ÍF)
3. Kristian Bjarnason (ÍF)
4. Rógvi Reynstind (SÍ)
5. Bjørn Mohr (ÍF)
9. Lukas Poulsen (SÍ)
10. Hákun Nón (ÍF)
11. Matheo Eystberg (SÍ)
12. Róar í Haraldstovu (SÍ) (vantar á myndini)
13. Jóhannes Johansen (Ternan)
14. Rani Ákason (ÍF)  (vantar á myndini)
15. Kristian í Túni Nielsen (Ternan)


Ferðalagið við báðum liðunum fer úr Føroyum sunnudagin 15. oktober.