U19 NEVZA Championships 2011

U19 gentur: Ísland bronsuvinnari

Tað gjørdust íslendsku genturnar, sum vunnu bronsuna í dag. Hetta gjørdist greitt tá tær í fyrsta dystinum í morgun vunnu 3-1 á Noregi, sum enn ikki er vaknað eftir ósigurin móti Føroyum í gjár.

Ísland spældi væl allan dystin, og hevur tikið seg nógv fram hesar dagarnar.

Noreg - Ísland: 1-3 22-25, 26-24, 22-25 og 22-25.

Seinni í dag spæla føroysku genturnar finalu móti Danmark. Hon er kl. 16,30 í høllini á Hálsi.

Dreingirnir spæla eisini í dag. Hetta er dysturin um bronsuna, sum er kl. 14,00.


Í morgin sunnudagin spæla føroysku U-19 liðini vinardystir móti Íslandi. Genturnar spæla í Badmintonhøllini í Klaksvík kl. 15,00 og dreingirnir spæla kl. 14,30 í høllini í Trongisvági.

[ tíðindasavnið   ] [ til forsíðuna ]