|
U19 NEVZA Championships 2011 U19 genturnar: Sensatión - Føroyar í finaluni!
So eydnaðist tað - Føroysku U 19 genturnar skulu spæla finaluna kl 16,30 í leygardagin í høllini á Hálsi móti Danmark. Hetta gjørdist veruleiki, tá føroysku genturnar vunnu 3-2 á Noregi í einum fantastiskum dysti, har alt eydnaðist hjá føroyska liðnum til seinast. Føroyar gjørdi ymiskar feilir at byrja við, og taptu tey fyrstu settini við 25-18 og 25-23. Og alt sá út til at vera liðugt. Men so kom vend í. Føroyska liðið var hamskift í 3. setti og legði seg klárt á odda. Og Føroyar vunnu settið 25-21 og tað næsta 25-23. Men so kom 5. settið. Føroyar komu framum 4-1, men Noreg nærkaðist. Føroyar fóru frá aftur, og við støðuna 14-14 stóð fast. Noreg fór framum, og so skiftust liðini at vera frammanfyri. Men ...... men .... alt var á gosi í høllini, og tað endaði við at Føroyar vunnu 21-19, og harvið dystin 3-2 .... og eitt finalupláss í morgin. Finalan verður sum sagt kl. 16,30 í høllini á Hálsi. Um føroyska liðið kann finna fram spælið frá í dag, so verður spennandi í høllini í morgin.
Noreg - Føroyar 2-3 (25-18, 25-23, 21-25, 23-25, 19-21)
[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ] |