U19 NEVZA Championships 2011

U19 genturnar: Framdu bragd

Í sínum fyrsta dysti í NEVZA kappingini framu føroysku U-19 genturnar tað stóra bragdið at vinna 3-0 á Íslandi 3-0.

Føroyar løgdu seg skjótt á odda í fyrsta setti og hildu avstand til Ísland alla tíðina. Settúrslitið gjørdist ein greiður sigur upp á 25-14.

Næsta settið var eitt sindur javnari - men ongantíð var vandi á ferð. Settið endaði 25-20.

Í triðja setti sá út til at fara at ganga galið, tí Ísland legði seg á odda m.a. 11-7, men so fótaðu føroysku genturnar seg aftur og otaðu seg spakuliga fram um Ísland og vunnu klárt 25-16 og harvið dystin 3-0.

Føroyar - Ísland 3-0 (25-14, 25-20 og 25-16).

(Føroysku genturnar spæla aftur fríggjamorgunin kl. 09,00 móti Danmark og fríggjakvøldið kl. 17,30 móti Danmark).



[ tíðindasavnið   ] [ til forsíðuna ]