U19 NEVZA Championships 2011

U19 gentur: Danmark tók gullið

Danska mótstøðan gjørdis ov sterk í dag. Danmark tryggjaði sær gullið við einum 3-0 siðri á Føroyum í eini fullsettari høll upp á Hálsi í Havn.

Samanumtikið, so var sigurin uppiborðin, men føroysku genturnar hava havt eina góða kapping, og hava í stórum parti av kappingini víst frálíkt spæl.

- Ein góð framtíð fyri føroyskan flogbólt.

Styrkin hjá Danmark í mun til føroyska liðið, var tann, at tað gjørdi minni persónligar feilir, og hevði størri breidd enn tað føroyska, so hetta er
eitt, føroyska liðið skal menna í framtíðini.

Danmark - Føroyar 3-0 (25-18, 25-19, 25-22)

------------------------------------------------------------------------------

Í morgin sunnudagin spæla føroysku U-19 liðini vinardystir móti Íslandi. Genturnar spæla í Badmintonhøllini í Klaksvík kl. 15,00 og dreingirnir spæla kl. 14,30 í høllini í Trongisvági.


[ tíðindasavnið   ] [ til forsíðuna ]