U19 NEVZA Championships 2011

U19 genturnar: Mistu á stokkinum móti Danmark

Føroyar vunnu triðja settið móti Danmark 25-21, men hetta var ikki nokk til at vinna dystin.

Í fyrsta og øðrum setti vóru Føroyar á odda 21-18, men mistu í báðum settunum á stokkinum, og taptu hesi ávikavist 25-21 og 25-22.

Í fjórða settinum komu danir á odda beinanvegin og hildu frástøðuna alt settið og vunnu 25-17.

Føroya fylgdu væl við, men tá fleiri avgerandi støður skuldu takast, tá sveik konsentratiónin.

Fáa tær hetta upp á pláss, so hava tær ein møguleika móti Noregi kl. 17,30 í dag (frígjadagin). Megna tærat vinna henda dystin, so eru tær í finalunu!

Danmark - Føroyar 3-1 (25-21, 25-22, 21-25, 25-17) 

[ tíðindasavnið   ] [ til forsíðuna ]