U19 NEVZA Championships 2011

U19 dreingirnir: Enn eitt bragd

Hóast tveir av leikarunum vóru bornir av vøllinum við skaða, so vunnur føroysku dreingirnir ein greiðan sigur á Íslandi í seinasta dystinum í kvøld.

Føroyar høvdu alla tíðina takið á grannum okkara fyri vestan, og tað var ongantíð nakar ivi um sigurin, hóast nevndu skaðar, tá fyrst Bárður Jacobsen
fór av vøllinum í øðrum setti, og síðani Niels Erik Egholm Anderson (myndin) eisini mátti berast út.

Føroyar - Ísland 3-0 (26-24, 25-18 og 25-10)

Dreingirnir spæla tveir dystir fríggjadagin: ímóti Danmark kl. 11,00 og móti Noregi kl. 20,00.


[ tíðindasavnið   ] [ til forsíðuna ]