U19 NEVZA Championships 2011

U19 dreingirnir: Ongan møguleika móti Danmark

Føroyska U19 dreingaliðið hevði ongan møguleika móti Danmark og tapti øll settini.

Danska liðið verður mett at verða tað besta í kappingini, so hetta var ikki meira enn væntandi.

Roknað verður ikki við, at teir báðir leikararnir, sum fingu skaða móti Ísland
(Bárður Jacobsen og Niels Erik Egholm Anderson), verða tøkir aftur.

Liðið skal í kvøld (fríggjakvøldið) kl. 20,00 spæla ímóti Noregi.

Danmark - Føroyar 3-0 (25-16, 25-17 og 25-17)


[ tíðindasavnið   ] [ til forsíðuna ]