|
U-19 NEVZA Junior Championships 2007
|
||
|
Besta úrslitið nakrantíð!
Føroysku flogbóltsgenturnar framdu satt bragd í Nevza-kappingini í Randaberg í Noregi um vikuskiftið. Ongantíð áður hevur eydnast okkum at vinna heiðursmerki í hesi sterku kapping, men gongdin seinastu árini hevur bent á, at okkurt gott var í væntu.
Vildu vaska tapið av
sær
Eftir fyrsta settið vóru venjararnir báðir heldur ivasamir, um hetta mundi fara at eydnast, tí hóast føroysku genturnar høvdu fleiri settbóltar, so megnaðu tær ikki at binda fyri, og taptu tí settið. Venjararnir vóru vónbrotnir, men genturnar hildu høvdið kalt og fóru undir truplu uppgávuna at venda dystinum, og tað eydnaðist til fulnar.
Ótrúligt liðavrik
Føroyska liðið var alla kappingina ómetaliga væl samansveisað. Tær stríddust hvør fyri aðra, og fingu nógvar ómøguligar bóltar aftur í spæl. Tá ið so bit kom í álopini, og blokkurin rættiliga kom fyri seg, misti norska liðið mótið. Tað var líka mikið hvat tær gjørdu, so svaraðu føroysku genturnar aftur, og sum dysturin leið, var eingin ivi. Vit fóru at vinna!
Nógv rós
Flogbólturin hjá okkara gentum fekk eisini nógv rósandi orð. Norski venjarin, sum er úr Japan, kom eftir dystin og bað um at kunna siga nøkur orð. "Tit eru óførar. Tit spæla góðan flogbólt, men einki er sum góða samanhaldið og góða lagið hjá tykkum". Hóast hann var vónbrotin um egna tapið, var hann glaður um føroyska sigurin.
Eisini venjarin hjá enska dreingjaliðnum hevði
nógv rósandi orð. "Tær eru sera væl fyri tekniskt. Tað er sum um, at tær
spæla saman hvønn dag. Tær hava prógvað, at flogbóltur er annað enn hædd
og styrki. They where an inspiration to
watch!" Eftir ferð okkara kunnu vit staðfesta, at
føroyskur kvinnuflogbóltur hevur ongantíð verið sterkari.
"Girlpower". Føroyska U-19 liðið beint eftir sigurin
á Noregi.
Ruth Thomassen fær heiðursmerki handað.
Ovast: Sóley Poulsen, Katrin Petersen, Birgit Guttesen, Helga Guttesen Mið: Ella Joensen, Unn Petursdóttir, Eina Kalsø Niðast: Kate Kalsø, Annika á Stongum, Elsa Nielsen, Sólvá Dimon, Ruth Thomassen |
||
|
[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ] |