|
U-19 NEVZA Junior Championships 2007
|
||
|
Spæla um bronsuna Føroyska U-19 kvinnulandsliðið í flogbólti er í kapping um norðurlendska meistaraskapin. Kappingin er í Randaberg í Noregi.
Føroyar vóru í bólki við Noregi og Onglandi. Fyrsti dysturin var fríggjamorgunin ímóti Noregi. Dysturin byrjaði sera væl hjá okkum, og Noreg var rættiliga í trupulleikum. Vit vóru frammanfyri 18-11, og alt sá út til at eydnast. So hendi tað, sum onkuntíð hendir: Alt støðgaði upp. Móttøkan hjá okkum miseydnaðist fullkomuliga, og so galið gekk, at Noreg vann settið 25-18. Sama gongdin vísti seg í hinum báðum settunum. Føroyska spælið fekst ikki á glið aftur. Serliga var trupult at fáa móttøkuna at liggja.
Tað var tí trýst á føroyksa liðnum til dystin leygarmorgunin ímóti Onglandi. Tann dysturin skuldi vinnast, skuldi vónin um heiðursmerki liva. Og genturnar skulu eiga, at lagið hava tær við sær. Tær fóru inn til dystin smílandi og syngjandi, og settu Ongland upp á pláss frá fyrsta bríksli. Burtur sæð frá eini heldur veikari løtu í 2. setti, so áttu føroysku genturnar dystin, og vunnu hann sannførandi 3-1. Føroyska liðið endaði tí nr. 2 í bólkinum og skuldi so spæla ímóti Svøríki, sum vann sín bólk lætt.
Flogbólturin í Svøríki er skipaður soleiðis, at bestu ungu leikararnir ganga á sama skúla í Falkjøping. Tað gevur teimum møguleika at venja saman hvønn dag, og tað sæst í spælinum. Júst hetta svenska liðið er eitt tað besta í nógv ár. Tær eru høgar, men eru tó tekniskt væl fyri og skjótar. Tað var tí ongantíð nakar ivi um, at Svøríki var sterkari, og føroyska liðið var alla tíðina undir stórum trýsti. Tað vóru tó løtur, sum ørkymlaðu svenska venjaran so mikið nógv, at hann gjørdist í øðini.
Eftir dystin var kanska væntandi, at genturnar fóru at vera vónbrotnar, men tað sást lítið til tað og hoyrdist enn minni. Á veg heim í bussinum sungu tær fyri bussføraranum, sum rættiliga hevur tikið føroyska liðið til sín. ”I er mitt lag” segði hann.
Venjarin Niclas
Joensen hugsar: "Hví akta tær so illa?"
"Múrurin í Bø".
Systrarnar Birgit og Helga Guttesen steðga svenskum álopi.
Føroyskt time-out. Venjarin Niclas Joensen
leggur lag á í dystinum ímóti Svøríki. Dráttur SÍ KÍF TB
|
||
|
[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ] |