U18 EM:
Súsanna Ludvig besti blokk-leikari

Føroyska Súsanna Ludvig var í gjárkvøldið vald til besta blokkleikara í EM undankappingini fyri U-18 landsliðið, sum hevur verið í Havn seinastu dagarnar.

Tað vóru venjararnir hjá Luksemborg, Liktinstein, Írlandi og Føroyum, sum undir endahátíðini á Hotel
Føroyum í gjárkvøldið samdust um hetta.

Eitt sera flott avrik av Súsannu (Fleyr), sum eisini hevur aldur at verða við í kappingini um 2 ár.

Flogbóltssamband Føroya ynskir henni hjartaliga tillukku við heiðrinum.



Á myndini fær hon handaða heiðursgávu frá Magnusi Tausen, formanni í Flogbóltssambandi Føroya.
 

[ tíðindasavnið   ] [ til forsíðuna ]