U18 EM: Rukku ikki hesaferð!


Finaludysturin í EM-kappingini hjá okkara U-18 kvinnum í flogbólti var ímóti Luksemborg. Vinnarin fór víðari til endaumfar á Kypros um páskirnar.



Sum í gjár, tá ið kvinnurnar spældu ímóti Liktinstein, var byrjanin út av lagi vánalig, og tað merkti alt fyrsta settið. Tað kom heldur fragari lag á sum setti leið, men munurin var tó alla tíðina alt ov stórur.

Í øðrum setti vístu føroysku genturnar, at tær kunnu spæla væl. Tær vóru aftanfyri 8-1, men megnaðu so at venda dystinum og spæla seg væl inn aftur. Hetta var besta løtan hjá føroysku gentunum, men tá ið endaliga skuldi verða bundið fyri, megnaðu tær tað ikki, og nú var talan um ógvuliga trupla støðu.

Dysturin var í grundini avgjørdur eftir hetta, tí brekkan hjá føroysku gentunum gjørdist ov brøtt. Í síðsta settinum vóru tær aftur undir trýsti frá byrjan. Hóast onkran vørr, eydnaðist ikki av álvara at leggja Luksemborg undir trýst, og dysturin varð taptur 0-3. Settúrslitini vóru 9-25, 22-25, 14-25.

Við hesi kappingini hava føroysku genturnar fingið seg royndar, og nú vita vit hvat skal til í hesum samanhanginum.

Flogbóltssaband Føroya takkar stuðlum okkara, Eik, Atlantic Airways, Hotel Føroyum og Tórshavnar Kommunu fyri, og somuleiðis teimum sum hjálptu til, og sum komu at stuðla liði okkara.
 

[ tíðindasavnið   ] [ til forsíðuna ]