NEVZA Cup 2009 fyri U-17 gentur
- Samandráttur -


 Nr. 

  Navn Felag Cm Fødd

1

  Hanna Olsen  Fleyr 180 11.11.1993

2

  Anja Danielsen Fleyr 179 29.09.1992

3

  Gunnvør Joensen TB 166 15.07.1993

4

  Hanna Hansen Dráttur 171 26.04.1993

5

  Rakul Mari Johannesen Fleyr 165 27.07.1993

6

  Urd T. Traðará IF 177 05.05.1993

7

  Bára Johannesen KIF 174 20.07.1995

8

  Bára Jacobsen TB 175 09.03.1993

9

  Guðrun Joensen KIF 164 21.01.1992

10

  Lisa Niclasen 162 26.03.1992

11

  Rannvá Berg í Heiðunum TB 176 17.11.1994

12

  Annika Mikkelsen  Fleyr 169 04.11.1993


Føroyska U-17 gentulandsliðið var í døgunum 20. - 22. desember í Ikast og kappaðist um norðurlendska meistaraheitið, NEVZA Cup, sum eisini hevði Ongland við sum gestaluttakara. NEVZA er ein stytting av Northern European Volleyball Zonal Association.  

Føroysku genturnar vóru komnar í bólk A saman við Finnlandi og Onglandi. Í bólki B vóru Danmark, Svøríki og Ísland.

Føroyar - Finnland 0-3
Fyrsti dysturin hjá Føroyum var móti Finnlandi, sum vann meistaraheitið í fjør. At Finnar enn vóru fullir av sisu, kom væl til sjóndar, tí Finnland vann uttan himpr 3-0 við settúrslitunum 25-9, 25-11, 25-11. Fyrr um dagin hevði Finnland eisini vunnið ein sannførandi 3-0 sigur á Onglandi, sum Føroyar skuldu spæla ímóti dagin eftir.

Semifinala uppá spæl
Dysturin millum Føroyar og Ongland gjørdist tí avgerandi fyri hvør kom víðari til semifinalurnar. Hóast Onglandi hevði staðið seg heldur betur móti finnum, enn Føroyar høvdu (Ongland tapti 12-25, 19-25, 23-25), so vóru vónir um at basa Onglandi og spæla seg í semifinaluna.

Føroyar - Ongland 1-3
Hetta eydnaðist tó ikki, tí Ongland vann 3-1. Eftir at hava tapt tey bæði fyrstu settini 17-25 og 15-25, gjørdu Føroyar ein vørr í triðja setti og vunnu 25-20. Men Ongland fótaði sær tó aftur í fjórða setti og vann 25-20 og spældi seg harvið í semifinaluna, sum skuldi verða ímóti Svøríki.

Dystur um 5. pláss móti Íslandi
Sum nr. 3 í bólkinum skuldu Føroyar triðja dagin spæla um 5. plássið móti nr. 3 í hinum bólkinum, sum gjørdist Ísland. Ísland hevði eisini tapt báðar sínar dystir: 3-0 fyri Svøríki og 3-1 fyri Íslandi.

Føroyar - Ísland 3-1
Í dystinum móti Íslandi gekk av skriðuni í fyrsta setti og Ísland vann so mikið sum 25-10. Men longu í øðrun setti var viðvent í holuni, tí nú vóru tað Føroyar, sum vundu burturúr Íslandi og vunnu 25-11.  

Í triðja setti var lítil munur millum liðini, men Føroyar vunnu at enda 25-21.

Í fjórða settinum var tað aftur Ísland, sum svingaði dirigentpinnin og førdi nógv og lá til at vinna settið. Men tá Anna Mikkelsen fór at serva, misti Ísland taktina, og Føroyar vendu dystinum og vunnu settið 26-24 og harvið dystin 3-1.

Sostatt endaðu Føroyar á 5. plássinum og Ísland á 6. og aftasta plássi.



Úrslitini hjá Føroyum:
20/12 Føroyar - Finnland 0-3 (9-25, 11-25, 11-25)
21/12 Føroyar - Ongland 1-3 (17-25, 15-25, 25-20, 20-25)
22/12 Føroyar - Ísland 3-1 (10-25, 25-11, 25-21, 26-24)

--------

Semifinalurnar í kappingni vóru hesar:
Finnland - Danmark 3-1 (25-22, 25-23, 15-25, 25-19)
Svøríki - Ongland 3-1 (25-12, 21-25, 25-7, 25-14)


Finalan var millum Finnland og Svøríki:
Finnland - Svøríki: 0-3
(21-25, 24-26, 23-25)


Dysturin um bronsuna var millum Danmark og Ongland:
Danmark - Ongland: 3-0 (25-21, 25-15, 25-20)
  

Endaliga støðan í kappingni gjørdist sostatt henda:
Nr. 1 Finnland
Nr. 2 Svøríki
Nr. 3 Danmark
Nr. 4 Ongland
Nr. 5 Føroyar
Nr. 6 Ísland


Fleiri detaljur á heimasíðuni:
http://www.tcdanmark.dk/nevzau17/default.aspx



 ==================================================

                     
                        U-17 dreingir:


Føroysku dreingirnir vóru ikki við í U-17 kappingini á hesum sinni.
Heldur ikki Noreg var við; hvørki hjá gentum ella dreingjum. - Tað vóru norðmenn heldur ikki í fjør, og grundgeva teir við m.a. væntandi fíggjarligari orku.

Í U-17 kappingini hjá dreinjum var tað eisini Finnland sum vann kappingina - við fullum stigatali.

Endaliga støðan gjørdist henda:
 Nr.    Land

Dystir

Stig

1

Finnland

4

12

2

Danmark

4

10

3

Svøríki

4

8

4

Ongland 

4

6

5

Ísland

4

4



Fleiri detaljur á heimasíðuni:
http://www.tcdanmark.dk/nevzau17/default.aspx




 


[
tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]